TEKSTIR Á FØROYSKUM LYRICS IN ENGLISH TEKST PÅ DANSK

1. Silvurlín   ·   2. Góðvarin mynd   ·   3. Til kærleikan   ·   4. Longsul

5. Dansa í náttini   ·   6. Flóttin   ·   7. Vald   ·   8. Ongin er orsøk

2. Góðvarin mynd

 

Onkuntíð kann eg bara ganga og leingjast

eftir einum stað har alt gevur meining

har verðin er góð

uttan neyð, uttan líðing

eitt fullkomið stað

uttan fjáltur og ræðslu

 

Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl

kanska ov bláoygd til ein kaldan heim

men orsakið meg, tá eg flýggi í

fjákutar dreymar

 

Hvat um vit nú øll bara valdu at verða

tað vit droyma um, innast inni í okkum

eitt lív uttan tvang

ber væl til um vit vilja

har eg eri eg

og tú ert tú uttan iva

 

Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl

kanska ov bláoygd til ein kaldan heim

men orsakið meg, tá eg flýggi í

fjákutar dreymar

 

 

1. Silvurlín

 

Broytti aftur skap

og varð eitt annað

hatta, ið tykist

vera í mær

Júst, tá ið eg helt

at eg tað kendi

var tað sum um tað

als ikki var

 

Hey Silvurlín

vilt tú vera mín

tí eg sakni teg

vil vera tín

men tú skýggjar meg

tá eg jagstri teg

hopar undan mær

tí tú býrt har

 

Har, sum villar blómur vaksa frítt

røkki ikki tær

og alt er nýtt

røkki ikki tær

har, sum hvør ein løta er eitt svar

røkki ikki tær

í sjálvum sær

Innibyrgdur her

handan fimm portur

slitin millum hestar

ið renna blint

 

Hey Silvurlín

kanst tú vera mín

tí eg sakni teg

vil vera tín

men tú skýggjar meg

tá eg jagstri teg

hopar undan mær

tí tú ert har

 

Hey Silvurlín

kanst tú verða mín

tí mær leingist so

at vera har

 

Har, sum villar blómur vaksa frítt

røkki ikki tær

og alt er nýtt

røkki ikki tær

har, sum hvør ein løta er eitt svar

røkki ikki tær

í sjálvum sær

 

 

4. Longsul

 

Hoyrir tú meg nú

kalla á teg

her eru portur

tú ert beint har

men hoyrir meg ei

hoyrir meg ei

 

Ein longsul er í mær

stavar frá fornari tíð

tað er ein flótandi kensla

sum skiftir skap allatíð

hann tølir og dømir

er hvørvin og opin í senn

hann er ein loyndarfull gáta

sum eg ikki rúmi heilt enn

 

Ferðist við tær nú

alskyns myndir

birtast í okkum

tú ert beint har

eg síggi teg ei

síggi teg ei

 

Ein longsul er í mær

stavar frá fornari tíð

hann letur seg ikki skilja

tí hann birtist støðugt av ný

hann tølir og dømir

er hvørvin og opin í senn

hann er loyndarfull gáta

sum eg ikki rúmi heilt enn

og tú kanst bara fyrigeva

fyrigeva mær

3. Til kærleikan

 

Kærleikin

er alt, sum eftir skal vera

tá dyrnar eru lætnar upp

upp á víðan vegg

og tú sært at tú droymir

her er alt við tað sama enn

og tú ert enn beint her

júst so sum tú vart tá

tá eg sá við tínum brá

 

Vit bráðna nú í moldini

og søkka í sandin

vit kikka eftir ondini

tá vit eru niðurbundin

 

Kærleikin

er nú

kærleikin

er tú

 

Hann er ímillum líkini

sum halda tey eru

hann endurføðir ríkini

sum tey søgdu frá í forðum

 

Og sum klára vatnið rennur hann

undir spegilsblanka glerinum

og hann knýtir saman droparnar

í tí endaleysa havinum

og vit kenna at vit eru mót

millum tað sum var og kemur

og vit eru øll av somu rót

tað er hon sum okkum fremur

 

Vera uttan iva

kærleikin er nú

vera uttan iva

kærleikin er tú

6. Flóttin

 

Dugir tú

at vera kaldur, tá ið tú sært á skíggjanum

hjartkipt flýggjandi fólk

druknaði børn

tað er nú tað er her

tað er sum jørðin er í stríð við sjálva seg

bæði gudar og menn

berjast í senn

 

Tú sigur

slappa av

hvat er galið her hjá tær

tú sigur slappa av

vit hava tað jú fínt

og teirra neyð

er onki tú kanst gera við

tú skalt passa teg

 

Dugir tú

at yppa øksl og venda blinda eygað til

lata tey vera tey

livandi deyð

har er líðing og neyð

tað er sum mannaættin vill og frumkend er

ampin sum er í mær

er har í tær

 

Eg kenni máttloysi

taka búgv í míni sál

og dapra vónloysi

er um at vinna tá

 

Tú sigur

slappa av

hvat er galið her hjá tær

tú sigur slappa av

vit hava tað jú gott

og teirra neyð

er onki tú kanst gera við

tú skalt passa teg

 

 

5. Dansa í náttini

 

Minnist eina tíð

full av vøkrum vónum

heimurin lá opin fyri mær

vildi sleppa út

fjakka púra frælsur

kenna tað at liva

uttan bond

bara vera

 

Óskyldin og fávitskan

vóru mínar

Drakk av tí sum kom

fjøtraður av ongum

so líðandi birtist rødd í mær

og hon segði

tú kanst vera

tað tú vilt

tú ert fríur

 

Tað er myrkt og kalt í nátt

býurin ræðir meg

hann vil eta meg livandi

ongin flýggjan er møgulig

náttarmyrkrið eltir meg

sýgur meg inn í seg nú

 

Tey síggja út sum spøkilsi

fólkini ið støplast har

tómir hamar í ørviti

tær minna mest um eiturorm

grýmurnar ið skríggja at mær

eg hvørvi inn í myrkrið nú

 

Dansa í náttini

eiga hana nú

til tað lýsir í

dansa í náttini

eiga hana nú

líka til tað lýsir í

8. Ongin er orsøk

 

Náttin er ljós nú

summar er

sannkenni løtuna í mær her

siti bert kvirrur og hyggi út

fuglurin hoyrist

stákast nú

bygdi sær reiður har eg og tú

sóu bilarnir koyra hvør sín veg

alt er á ferð

í hesi verð

 

Ongin er orsøk at stúra nú

alt er júst tað sum tað altíð var

skýggini reka og skjótt er eisini tú

partur av teim

farin heim

 

Roðar í eystri

fyri sól

reisist og fari at finna ból

dagurin krýpur nú inn í heim

byrjar mín ferð

í dreymaverð

 

Ongin er orsøk at stúra nú

alt er júst tað sum tað altíð var

skýggini reka og skjótt er eisini tú

partur av teim

farin heim

 

Ongin er orsøk at stúra nú

alt er enn tað sum tað altíð var

skýggini reka og skjótt er eisini tú

partur av teim

farin heim

partur av teim

farin heim

 

 

 

7. Vald

 

Hoyrir tú ordrarnar runga so hart har úti nú

valdsharrar náðileyst gera sær dælt av hatrinum

blindaðu trælirnir trampa í takt har eg og tú

teskaðu vónríkar tankar í kalda vetrinum

 

Og vit eygleiða bara verðina

tá hon

sum ein dreymur fer framvið

eygleiða hana mestsum burturfrá

so vit

kanska fáa sálarfrið

 

Klædningsmenn tita og halda seg hava funnið svarið nú

pengamaskinan varð hold og tók búgv í hjartanum

forritað mappudýr fylgja teim fegin klædd í skrúð

ringt er at hóma ein glotta í bølamyrkrinum

 

So vit eygleiða bara verðina

tá hon

sum ein dreymur fer framvið

eygleiða hana mestsum burturfrá

har vit

kanska fáa sálarfrið